Gamli Bókahandli/Paname: Mikukvøldið tann 9. august klokkan 19 verður nýggja yrkingasavnið 'Sólsmakkur/Suntaste' lagt fram í Gamla Bókahandli/Paname.
Bókaframløga og upplestur fara fram bœði á føroyskum og enskum.
Yrkingasavnið 'Sólsmakkur/Suntaste' er skrivað av Rannvá Holm Mortensen og umsett til enskt av Matthew Landrum, útgivið hevur International Polar Institute Press.
Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vœlkomin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo