Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Mánadagin gav Sprotin út nýggja bók, sum Uni Arge hevur skrivað.

”Sumt er satt. Annað er íspunnið við íblástri úr veruleikanum,” skrivar høvundurin á fyrstu síðu, og so byrjar ein hugtakandi frásøgn um tað, vit altíð tosa um: Veðrið!

Frásøgumaðurin, sum er ein miðaldrandi tíðindamaður, hevur ásannað, at hann fær ongan mun gjørt í verðini.

Síðan hann var barn, hava brotasjógvar og hvirlukøst avbart land hansara, og nú er vorðið ilt verri, tí veðurlagsbroytingar hótta við at oyða klótuna.

Hann leitar eftir vónini, men allastaðni finnur hann bara frásagnir um ta stóru vanlukkuna fyri framman, ið menniskjan sjálv er atvold til.

Veðursjúkan, ið altíð skundaði undir hansara sorgblíðu sinnisstøðu, er í ferð við at menna seg til veðurræðslu. Ræðslu fyri dómadegi.

Undir skallabeininum berjast tó ein ungur og ein eldri maður um valdið á honum. Tann yngri hevur altíð ampa á sær. Tann eldri er í líkasælari javnvág, skrivar Sprotin um bókina.

Sambært heimasíðuni hjá Sprotanum er ein onnur bók eftir sama høvund á veg. Hon er um 80 ára longu søguna hjá Føroya Ríðingarfelag og kallast ”Ross og fólk”.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo