Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Forlagið Leirkerið: Eg komi skjótt! er heitið á nýggjari bók, ið júst er givin út á forlagnum Leirkerinum. Bókin er um Opinbering Jóhannesar. Tað er Arno C. Gaebelein, ið skrivaði bókina, og Torbjørn Marstein hevur týtt hana til føroyskt. 

Arno C. Gaebelein var eldhugaður evangelistur og bíbliuútleggjari, sum kunngjørdi profetisku sannleikarnar í Bíbliuni og livdi dagliga í teirri vón, at teir fóru at ganga út. Mitt í dynjandi toruveðrinum í fyrra heimsbardaga eggjaði hann trúgvandi við hesi bókini til ikki at fella í fátt, tí royndirnar í hesum heimi fóru ein dag at lúta fyri sigri Kristusar. 

Torbjørn Marstein hevur ein serligan tokka til Opinberingina, tí hetta er bókin, sum beinleiðis lovar signing yvir tey, sum hoyra og lesa hana. Torbjørn ímyndar sær ein ungan sum eldri føroying við blýanti í hond og við hesi bókini og opnari Bíbliu framman fyri sær fyri at skilja boðskapin um Jesus Kristus betur og betur, tí Hann sigur jú: „Eg komi skjótt!“

Um Harran afturkomu skrivaði Gaebelein:
„Harrin Jesus Kristus kemur aftur! Hann kann verða her hvørja løtu! Hann kann koma í dag! Hetta er ikki eitt býttisligt uppáhald, at Hann fer at koma í dag. Hetta er heldur ikki ein ásetan av eini ávísari tíð, at Hann skal koma, sum bæði hevði verið tápiligt og skeivt, hóast mong gera tað. Hetta er álvarsami veruleikin at fáa sálir at vakna úr sínum gáloysni og síni líkasælu og peika teimum á greiða vitnisburðin í sanna orði Guds, at Harrin Jesus kemur aftur og kann koma í dag.“

Bókin er 248 síður og kostar 250 krónur. Hon og er komin í handlarnar og kann eisini fáast til keyps á nethandlinum www.leirkerid.fo.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo