Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Kvinna: Í dag er nýggja bókin um Føroysk klæðir útkomin. Talan er um eina visuelt sterka og myndaborna bók, ið á sínum 288 síðum bæði er forvitnislig í innihaldi og útsjónd.

Hugskotið til bókina birtist í vár, tá redaktiónin á Kvinnu og myndamaðurin, Tróndur Dalsgarð, arbeiddu við myndatøku av føroyskum klæðum til SummarKvinnu.

Úrslitið var so mikið gevandi og forvitnisligt, at vit samdust um, at vit fegin vildu víðka tað og arbeiða við eini enn størri útgávu, sum veruliga fekk lýst tað fjølbroytni, vit fingu innlit í um várið.

Í summar var av álvara farið undir arbeiðið at fáa hugskotið til veruleika, tá vit fóru út á havnargøtur við myndatóli á ólavsøku. Har fingu vit eygleitt og avmyndað útvið hundrað stásklæddir føroyingar í føroyskum klæðum, og løtumyndin, vit fangaðu har, er bæðu spennandi, djørv og inspirerandi.

Umframt allar tær myndirnar av ólavsøku, ið vísa, hvussu klæðini verða nýtt í dag, eru eisini spennandi reportagur frá vitjanunum okkara á silvurverksmiðjuni, ið framleiðir silvur til klæðini, vevstovuni, har toy verður vovið - og vit hava verið til staðar, tá ein familja við stórum kærleika til føroysku klæðini, ger seg klára til ársins summarveitslu.

Føroysku klæðini eru livandi. Tað síggja vit greitt í eygleiðingini og tíðarandanum, men í bókini hava vit eisini eitt spennandi og sigandi søguligt afturlit og søguligar myndir, sum eisini staðfesta, at tað hava hesi klæðini, sum vit øll elska, altíð verið. Tí er hetta søgan um, hvussu vit hava latið okkum í, og hvussu vit gera tað í dag.

Og tað kann veruliga inspirera!

Í bókahandlunum í dag
Hendan flotta og stóra bókin er ikki einans tung og gevandi í innihaldi, men vit hava eisini lagt okkum eftir, at hon skal vera vøkur á at líta. Ja, ein sokallað 'coffee table bók' sum lættliga eisini gerst ein vakur lutur í innrættingini, og sum ein fegin vil hava liggjandi frammi til prýðis til gestir at blaða í.

Føroyski klæðini eru nevniliga ein livandi mentan, sum livir ígjøgnum fólkið og sum umboða okkum, sum vit vóru, og sum vit eru.

Bókin, sum eitur Føroysk klæðir - ríki & livandi siðarvurin, er komin út í bókabúðunum kring alt landið í dag.

Hóskvøldið verður eisini skipað fyri serligum útgávutiltaki í Havn.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo