Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Bókadeildin gevur 6 bøkur út í ársins fimta bókaumfari! Bøkurnar eru sum altíð til allar aldursbólkar og sera ymiskar. Hesa ferð er eisini ein upprunaføroysk bók í hópinum: Flytifuglar, sum Elin á Rógvi hevur skrivað. Les meira um allar bøkurnar niðanfyri.

Góða nátt, Fívil
Stuttlig honddukkubók til minstu børnini. Nú er songartíð hjá Fívli, men hann má fyrst finna rætta staðið at leggja seg … Ger ævintýrið livandi – brúka honddukkuna, so verður tú Fívil!

David McKee hevur skrivað og myndprýtt. Bókin er ein pappbók, 10 bls. og til børn, sum eru uml. 0-2 ár.

Augusturin – heimsins størsta ránsdjór
Anda djúpt inn og kava niður í loyniliga heimin hjá augustinum!

Augusturin er størsta partin av lívinum langt, langt niðri í tí myrka havinum. Tí vita vit ikki so nógv um tann loyndarfulla hvalin, men tað, sum vit veruliga vita, er ørandi! Visti tú til dømis, at augusturin er tað størsta ránsdjórið, sum nakrantíð hevur verið til? Hann hevur heimsins størstu tenn og heimsins størsta heila.

Hjartað vigar fleiri hundrað kilo. Augusturin er førur fyri at halda ondini og vera undir í meira enn ein tíma, so hann kann kava so djúpt sum møguligt fyri at fanga tað besta, honum dámar, høgguslokk.

Lennart Eng hevur skrivað og teknað, og Guðrun Gaard og Jens Petur Gaard týddu úr svenskum. Bókin er innbundin, 42 bls. og til børn, sum eru umleið 6-9 ár.

Dinosauravinir 5 og 6
Tvær nýggjar myndabøkur í væl umtóktu røðini um Dinasauravinir.

Bestu vinir
Trygvi vakir altíð Rasmus. Men ein morgunin kemur Trygvi ikki. Hvat er hent? Rasmus noyðist at fara einsamallur inn í tann óhugnaliga mýriskógin at leita eftir sínum besta vini. Og tað verður ikki júst frægari av tí, sum Babba Rex fortelur honum: at onkur hevur sæð ein løgnan og óhugnaligan flogdinosaur í skóginum.

Sjóskrímslið
Tað er ísur á vatninum, og Mamma Rex skipar fyri ísfiskikapping. Vinningurin er ein heil dós av makreli í tomatsós. Men hvør veit, hvørjir óhugnaligir skapningar lúra undir ísinum? Rasmus og Trygvi hava nógv yvirraskilsir fyri framman.

Lars Mæhle hevur skrivað, og Lars Rudebjer hevur myndprýtt. Silja Aldudóttir týddi úr norskum.

Bøkurnar eru innbundnar, 44 bls. og til børn, sum eru uml. 2-5 ár.

Flytifuglar
Ein spennandi føroysk krimi og ein søga um at vera tilflytari, sum ikki pyntar upp á veruleikan.

Hóast 11 ára gamla Mai hevur búð í Vestmanna í fleiri ár, er tað ringt at føla seg heima, tá eingin letur hana gloyma, at hon er øðrvísi. Tá ein drongur hvørvur sporleyst úr einum barnavogni, royna Mai og vinkonan Emma at finna hann. Dagarnir ganga, og leitanin tykist vónleys. Men knappliga stendur Mai við einum smábarni í ørmunum og má flýggja fyri lívinum, um hon skal bjarga sær sjálvari og barninum.

Elin á Rógvi hevur skrivað, og Høgni Egholm hevur gjørt permumynd og vignettir. Bókin er innbundin, 132 bls. og til børn, sum eru umleið 10-12 ár.

Stjørnusjeikur
Eftir einum degi verður Mattias, summarsjeikurin hjá Karolinu, super kendur í øllum Norðurlondum. Hann blívur til ein, sum øll hava eina meining um og er ógjørligur at fáa fatur í. Tá nakrar privatar myndir leka út, má Karolina venja seg við ein heilt nýggjan gerandisdag við nærgangandi fjepparum, fjølmiðlum, fyriskiparum, sjónvarpssendingum og uppmerksemi, sum hon ikki hevur biðið um.

Ber tað yvirhøvur til at vera daman hjá einari superstjørnu?

Stjørnusjeikur er onnur bókin í stjørnusjeikarøðini.

Kirsti Kristoffersen hevur skrivað, og Vagnur Streymoy týddi úr norskum. Bókin er heft, 230 bls. og til ung.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo