Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Tórshavnar kommuna: Í samband við Fjølmentanarvikuna varð skipað fyri stuttsøgukapping við evninum Heim. Áhugin fyri kappingini var sera stórur, og 74 rithøvundar sendu søgur inn

Vinnarin varð avdúkaður, tá Fjølmentanarvikan varð sett í Norðurlandahúsinum í dag.

Søgan Home hjá Anu Holden Petersen vann kappingina. Um Home sigur dómsnevndin: “Á ein einfaldan og beinraknan hátt lýsir søgan Home ófrættakenslur, ið kunnu fylgja við, tá ein flytur til eitt annað land - men eisini, at alt ikki altíð er soleiðis, sum fyrsta inntrykkið vil vera við. Søgan er mentanarliga inneftir lítandi (sjálvreflekterandi ) og gevur eina fatan av, hvussu tann føroyska mentanin kann upplivast av fólki, ið flytur hendaveg.”

Av tí at áhugin fyri kappingini var sera stórur, og nógvar áhugaverdar og góðar søgur komu inn, hevur dómsnevndin gjørt av at býta annað og triðja pláss millum fýra rithøvundar.

Søgan Heim hjá Riu Tórgarð og søgan Tvístertur hjá Rannvá Næs Hoydal gjørdust nummar tvey.

Return hjá Noemi Garðshorn og Home hjá Luné Heimistovu gjørdust nummar trý.

Vinnarin fær tíggjutúsund krónur.

Søgurnar á øðrum plássi fáa fimmogtjúgughundrað krónur, og søgurnar á triðaplássi fáa túsund krónur.

Fyrireikararnir siga, at nógvar góðar søgur komu inn til kappingina, og vóna tí, at tað fer at bera til at geva søgurnar út.

Í dómsnevndini vóru umboð fyri Tórshavnar Kommunu, Tórshavnar Býarbókasavn og Rithøvundafelagið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo