Almanna- og Mentamálaráðið: Løgtingið samtykti fyrr í ár nýggja bókasavnslóg, ið kemur í gildi 1. januar. Tað sæst nú aftur í uppskotinum til løgtingsfíggjarlóg fyri 2024, har økta virksemið á bókasavnsøkinum verður raðfest við 1 mió. kr.
- Nýggja bókasavnslógin er við til at tryggja, at føroyskar bókmentir verða atkomuligar sum ljóðbøkur og e-bøkur á heimasíðunum hjá bókasøvnunum. Prentaðar bøkur hava avgjørt sítt stóra virði, og skulu framvegis raðfestast, men ljóðbøkur og e-bøkur hava alstóran týdning, ikki minst fyri tey, ið ikki fáa lisið prentaðan tekst, men eisini fyri onnur, eitt nú fólk í útjaðaranum, ið við talgildum ljóðbókum og e-bókum fáa beinleiðis atgongd til eitt stórt tal av bókmentum á bókasøvnunum. Og tað skal sjálvsagt síggjast aftur í bókasavnsgjaldinum, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í mentamálum.
Bókasavnsgjaldið, sum verður býtt millum føroyskar høvundar, sum skriva, týða ella prýða føroyskar bøkur, og hvørs bøkur eru til taks á føroysku bókasøvnunum, verður hækkað við 250 tús. kr., upp í 1,793 mió. kr.
Universitetsbókasavnstænansturnar verða eisini raðfestar í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2024. Játtanin til rakstur av Landsbókasavninum verður hækkað við 750 tús. kr. til at menna universitetsbókasavnstænasturnar á Landsbókasavninum. Fróðskaparsetur Føroya og útbúgvingarøkið sum heild eru nógv ment seinastu árini, og tað sæst aftur í at lesandi, undirvísarar, granskarar og onnur hava ein alt størri tørv á fjølbroyttum og skikkaðum universitetsbókasavnstænastum.
Ein partur av játtanini er ætlaður til at skipa eitt bókasavnsráð, ið skal ráðgeva politisku skipanini í bókasavnsmálum, til økta samstarvið millum bókasøvnini og til menning av bókasavnstænastum, ið nýggja bókasavnslógin leggur upp til.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo