Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Forlagið Fannir: Út er komið 34. leikritið í røðini, sum Forlagið Fannir letur úr hondum. Hetta eru leikir, sum hava verið spældir nógv í Føroyum, og sum áður hava verið prentaðir, men eru útseldir.

Hetta 34. leikritið er ”GIFT TEG” – skemtileikur í trimum pørtum, sum norðmaðurin Torvald Tu (1893-1955) skrivaði í 1935. Nyholm Debess (1882-1952) týddi til føroyskt, og bókin kom fyrstu ferð út í 1942. Leikurin hevur, tað ið vit vita, verið spældur í Nólsoy, Fuglafirði, við Gjógv, í Kvívík,  Gøtu  og Vági – tvær ferðir. Ivaleyst hevur hann eisini verið spældur í øðrum bygdum.

Tá ið spælt varð í Vági seinnu ferð – hetta var í 1976 – tók blaðskriving seg upp, tí navnnevndur  vágbingur legði Eyðun Johannessen undir ikki at stuðla hesi uppseting nóg væl, ”hóast hann er peningastuðlaður av landsstýrinum til slík endamál”. Men leikararnir í Vági við Torgerð Suðuroy á odda slógu manngarð um Eyðun og avsannaðu ákæruna.

Árni Dahl valdi tekstir, skrivaði viðmerkingar og legði til rættis.

Bárður Jákupsson sniðgav forsíðu. William Heinesen gjørdi skreytmynd.

Leikrit 34 er 132 síður.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo