Rakel Helmsdal útgevur nýggja myndprýdda skaldsøgu. Toran gongur er ein hjartanemandi søga, har ótrúlig ting, sum eingin kundi ímyndað sær, veruliga henda.
Bókin verður løgd fram á Listasavninum mikukvøldið 8. novembur kl. 19.
Solveig Hanusardóttir Olsen tosar við Rakel um bókina og myndirnar, og &Bartal spælir nøkur løg.
Bókin verður til sølu fyri serprís, og Kafé List verður opin, har til ber at keypa ein kaffimunn og okkurt gott aftur við.
Myndirnar í bókini eru listagrafikkur við cyanotypiprenti, turrnálsprenti og akvarell. Eitt úrval av myndunum verður sýnt fram, og møguleiki er at keypa myndirnar.
Tiltakið er alment og ókeypis!
Um bókina
Í einum stórum gomlum húsi búgva fýra húski. Øll í húsinum hava sár á sálini. Ein dagin bjóðar fjúrtan ára gamla Aurora øllum til døgurða, og tey taka eitt trilvandi fet inn í lívið hjá hvørjum øðrum. Um náttina gongur toran, so tað buldrar og brakar í húsinum. Tá tey vakna um morgunin, er Sirje horvin – gentan, sum ongastaðni fer einsamøll – og tey mugu øll hjálpast at, um tey skulu finna hana aftur.
Bókin snýr seg um fólk í øllum aldri og kann verða lisin av øllum heilt niður í umleið 10 ár. Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur bókina út.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo