Besta leið úr trupulleikum er ígjøgnum teir
- Robert Frost

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Hann er undir stórum trýsti sum venjari, men nú gongur venjarin hjá Manchester United nýggjar leiðir undan dystinum móti Newcastle leygardagin

Manchester United-leikarin Antonio Valencia dámdi ein Instagram-post sum kravdi at José Mourinho skuldi leggja frá sær. Nú er hann keddur av tí og harmast á Twitter

Napoli hevði allar málmøguleikarnar og Liverpool fekk næstan bjargað sær eitt Champions League-stig. Men so skoraði Lorenzo Insigne

Kathryn Mayorga hevdar at hon var neyðtikin av Juventus-stjørnuni Cristiano Ronaldo í 2009. Men tí er portugisarin ikki samdur í

Real Madrid fekk risastórar trupulleikar í russiska høvuðsstaðnum

Føroyskt lið vann á skotskum liði um vikuskiftið

Tað sá leingi út til at Chelsea fór at vinna dystin móti Liverpool í dag, men so gjørdi Klopp eina vísa innskfitingin og Daniel Sturridge takkaði fyri við at skora eina perlu til javnleik 1-1

– Eg rokni við at Mourinho fær fótin. Hann klárar ikki at venda gongdini. Leikararnir vóru hjálparleysir frá byrjan til enda – ov seinir og sera veikir, sigur Shearer sambært Manchester Evening News

Í miðvikuni var tað ligacupexit móti Derby. Í dag var tað West Ham sum eyðmýkti Manchester United hjá José Mourinho við einum 3-1 sigri

Liverpool legði seg á odda og sá út at hava fult kontroll, men so byrjaði Eden Hazard-showið

Klokkan 20 leika Manchester United og Derby County á Old Trafford

Í dag skriva fleiri bretskir miðlar, millum annað The Times, BBC, Daily Mail og ESPN, at Mourinho hevur fortalt Pogba at hann ongantíð verður liðskipari aftur

Luka Modric, sum leikar við Real Madrid og liðskipari á kroatiska landsliðnum, er í kvøld kosin heimsins besti leikari

Í kvøld millum klokkan 18 og 19 verður awardshowið hjá FIFA: The Best. Verður tað Cristiano Ronaldo, Luka Modric ella Mohamed Salah?

Fótbóltsleikarin Saido Berahino er meira produktivur uttanfyri enn á vøllinum at skora

Fylgdur av eini ovurstórari mannamúgvu á fairwayinum í Atlanta kom Tiger Woods aftur á golftrónuna

Aston Villa tapti 1-2 móti Sheffield Wednesday, men tað gjørdist skoringin hjá John McGinn sum stjól allar yvirskriftirnar eftir dystin

Dysturin millum Manchester United og Wolverhampton á Old Trafford endaði við javnleiki 1-1

Fyrrverandi Manchester United-venjarin Sir Alex Ferguson er fyri fyrstu ferð eftir heilabløðingina í mai aftur á Old Trafford til dystin móti Wolverhampton

Løgreglan í Keypmannahavn hevur skuldsett hýruvognsføraran sum Nicklas Bendtner er skuldsettur fyri at hava sligið niður. Tað skrivar Ekstrablaðið

– Eg skilji ikki at nakar skal leika heimsins bestu klubbkapping á graslíki, segði venjarin eftir dystin í gjárkvøldið

José Mourinho fer ikki at brúka graslíkið á vøllinum móti Young Boys í dystinum í Champions League í kvøld sum eina umbering

Tá ið Kylian Mbappé sá út til at hava oyðilagt veitsluna hjá Liverpool, kom Roberto Firmino til hjálpar í yvirtíðini og skoraði til 3-2 móti PSG í Champions League

Málið hjá Lukaku í gjár var 20. málið í Premier League eftir 39 dystir, og tað er bert tríggir United-leikarar sum hava klárað tað í færri dystum enn belgiarin

Fyrra málið hjá Manchester United skoraði Lukaku við búkinum, og seinna skoringin var ein volleyskoring í heimsklassa útførd av verjuleikaranum Smalling

Cardiff fekk eina góða byrjan á Stamford Bridge, men Chelsea vendi gongdini til ein sigur eftir tríggjar skoringar av einum briljantum Eden Hazard

Málið viðvíkjandi Bendtner fær ongar avleiðingar fyri hann í Rosenborg

Fótbóltsleikarin Nicklas Bendtner er skuldsettur fyri harðskap eftir eina hending við hýruvognsførara í nátt, har bilførarin fekk brotið kjálkabein

Landsliðsvenjarin hjá Íslandi, Erik Hamrén, fekk eina ringa byrjan. Sveis smurdi Ísland av í størsta tapinum hjá Íslandi seinastu 17 árini

Í kvøld váttar Liverpool at liðskiparin hevur undirskrivað eina nýggja avtalu við felagið sum er fram til 2023

Venjarin í Manchester United leggur ikki fingrarnar ímillum tá ið hann skal erpa sær sjálvum, tóat United hevur havt ringastu byrjanina síðani 1992

Hóskvøldið gjørdist greitt hvussu bólkarnir síggja út í Champions League

Á vøllinum hevur Manchester United ikki stórt virði í løtuni, men uttanfyri setur felagið nýtt met, sambært Forbes

«Sacked in the morning» sungu viðhaldsfólkini hjá Tottenham eftir eyðmýkingina á Old Trafford, tá ið Tottenham vann stórsigur á Manchester United

Tottenham hevur lagt seg á odda við trimum málum og eru øll trý málinum skorað í seinna hálvleiki

24 ára gamli føroyingurin Jóhan 'N0tail' Sundstein hevur skrivað seg í søgubøkurnar saman við sínum toymi OG Dota við at vinna heilar 11,2 milliónir dollarar ella 72 milliónir krónur

Týski málmaðurin hjá Liverpool, Loris Karius, verður leigaður til turkiska Besiktas í tvær sesongir, skrivar Liverpool á síni heimasíðu

Manningin hjá Pep Guardiola fekk sítt fyrsta stigatap á útivølli síðani í februar. Men tað var ikki uttan kontroversir, skrivar VG

Fyrrverandi Real Madrid-venjarin sigst sambært Daily Mail hava sagt vinum at hann roknar við at fáa tilboðið um venjarastarvið um Jose Mourinho fær fótin

Manchester United-stuðlar hava ætlanir um at geva leiðsluni í felagnum eini greið boð um sína misnøgd

Eitt Seriu A-felag hækkar kostnaðin av atgongumerkinum somikið sum 250 prosent tá ið Cristiano Ronaldo og Juventus koma á vitjan 7. oktober

Brighton skoraði 3 mál og United 2 í einum dysti sum helst er tann ringasti nakrantíð hjá United. Nú er helst ikki bert talan um stríð millum venjaran og Pogba, men við allar leikararnar

– Øll vita hvat eg segði eftir HM, men eg eri lukkuligur her, sigur tann 27 ára gamli Hazard við The Guardian

Chelsea rótaði burtur tað sum sá út sum ein trygg 2–0-leiðsla, men kundi kortini feira trý nýggj stig eftir at bakkurin Marcos Alonso skoraði vinnaramálið

Eftir at Dele Alli feiraði skoringina móti Newcastle á ein serligan hátt, flýgur feiringin runt á netinum

Diego Costa var kempan á vøllinum tá ið Atlético Madrid fillaði Real Madrid sundur

Mauricio Pochettino heldur at brexit hevur ávirkað teirra fíggjarligu støðu og at felagið tí ikki hevur fingið keypt nýggjar leikarar

Pogba legði Manchester United á odda við brotssparki í fyrra hálvleiki, og í seinna hálvleiki skoraði Shaw sítt fyrsta mál nakrantíð í Premier League

José Mourinho sigst hava fingið greið boð frá leiðsluni í Manchester United at hann nú má gevast við bara at krevja nýggjar leikarar

Italski miðilin Il Mesaggero skrivar at Manchester United hevur boðið 100 milliónir evrur upp á Sergej Milinkovic-Savic úr Lazio