Mark Hughes er ikki longur venjari hjá enska Premier League felagnum Southampton.
Enskir miðlar boða í dag frá, at Mark Hughes hevur fingið sekkin eftir eina ringa byrjan uppá hetta kappingarárið.
Southampton liggur í løtuni á einum 18. plássi í Premier League við níggju stigum fyri 14 dystir.
Mark Hughes varð settur sum venjari í felagnum í apríl, og megnaði hann í fyrstu syftu at bjarga felagnum undan niðurflyting.
Hetta var við til at geva honum ein nýggjan trý-ára sáttmála.
Síðsti dysturin hjá Mark Hughes sum venjari hjá Southampton var 2-2 javnleikurin ímóti Manchester United leygardagin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo