Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Gabriel Jesus var stóra hetjan, tá Manchester City vann 3-1 á Everton í dag og harvið hálaði seg uppaftur á 1. plássið í ensku Premier League.

Jesus legði seg City á odda 1-0 í 22. minutti og økti um munin til 2-0 í 50. minutti.

Everton minkaði síðan um munin til 2-1 við máli frá Dominic Calvert-Lewin, áðrenn Raheem Sterling sló sigurin hjá heimaliðnum fastan í 69. minutti.

Manchester City hevur nú 44 stig fyri 17 dystir, meðan Liverpool hevur 42 stig fyri 16 dystir.

Trýst er nú á Liverpool at vinna dystin í morgin ímóti arvafíggindunum úr Manchester United, sum í løtuni liggja á einum 6. plássi í Premier League.

Dysturin ímillum Liverpool og United verður leiktur á Anfield kl. 16 í morgin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo