Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Í kvøld kl. 19.30 stendur tann eftirhondini nógv umrødda seinna Copa Libertadores finalan á skránni ímillum argentinsku arvafíggindarnar River Plate og Boca Juniors.

Tað heilt serliga í sambandi er, at finalan verður spæld í spanska høvuðsstaðnum Madrid.

Fyrra finalan ímillum liðini bæði endaði við javnleiki 2-2, og var tað undan seinnu finaluni fyri nøkrum vikum síðan, at áskoðararnir hjá heimaliðnum River Plate lupu á spælarabussin hjá Boca Juniors.

Hetta førdi við sær, at neyðugt var fyrst at útseta og síðan avlýsa dystin.

Nú hevur so suðuramerikanska fótbóltssambandið, Conmebol, valt at flyta Superclásico, sum uppgerðin verður kallað - ikki bara frá Buenos Aires, men eisini úr øllum Suður Amerika.

Í staðin verður dysturin leiktur á heimavøllinum hjá Real Madrid, Santiago Bernabéu.

Hetta er ein umstrídd avgerð, tí nú verður finalan í kappingini, sum er uppkallað eftir teimum, sum settu Suður Amerika í frælsi, spæld í heimstaðnum hjá hjálandaharrunum.

Tað eru mong, sum meta, at Conmebol við hesari avgerðini eyðmýkir Argentina og gevur boð um, at landið ikki er uppgávuna vaksið til at hýsa suðuramerikanska svarinum uppá Champions League finaluna.

Les meira um dystin her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo