Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Eftir at fimta umfar í bólkunum E, F, G og H nú er fingið frá hondini, er greitt, at tað er bert í bólki F, at tað enn er spenningur um, hvør skal koma víðari í Champions League.

Har eru tað Lyon og Shakhtar Donetsk, við ávikavist 7 og 5 stigum, ið hava møguleikan at tryggja sær 2. plássið í bólkinum og harvið spæla seg í 1/8 finalurnar, sum verða á skránni í februar og mars.

Shakhtar Donetsk og Lyon hittast í Ukreina í síðsta umfarinum um 15 dagar.

Í kvøld tryggjaðu annars fýra lið sær víðari atgongd til 1/8 finalurnar.

Manchester United vann í evstu løtu á Young Boys, Sergio Aguero tryggjaði Manchester City ein dýrabaran 2-2 javnleik á útivølli ímóti Lyon, Ajax Amsterdam vann 2-0 í Grikkalandi ímóti AEK Athen, meðan AS Roma tapti 2-0 á heimavølli ímóti Real Madrid, men kom allíkavæl víðari, eftirsum CSKA Moskva ikki megnaði at vinna ímóti kekkiska Viktoria Plzen.

Samanumtikið hava hesi liðini tryggjað sær víðari luttøku í Champions League frá bólkunum E-H:

Bayern München, Ajax Amsterdam, Manchester City, Real Madrid, Roma, Juventus og Manchester United. Frá hinum fýra bólkunum hava Borussia Dortmund, Atletico Madrid og FC Barcelona longu leikt seg víðari, hóast tvey umfør eru eftir at leika.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo