Myndir vísa at Barkley hevur nógv arr á arminum eftir at hann hevur fjernað Everton-tatoveringarnar.
- Eg fekk tær á ungum aldri og onkuntíð tá ið tú ert ungur so gert tú okkurt býtt uttan at hugsa um tað, sigur Barkley við enska miðilin The Times.
Á arminum var millum annað dagurin tá ið hann spældi sín fyrsta dyst við Everton tann 20. august 2011 móti Queens Park Rangers. Men í fleiri ár hevur hann nú roynt at brenna allar tatoveringarnar burtur.
Ross Barkley has tattoo of his Everton debut date removed from his arm https://t.co/HMjYlDTJnk pic.twitter.com/etHOX9xo17
— MailOnline Sport (@MailSport) October 23, 2018
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo