Tað byrjaði at leka longu í 2015, men nú eru meira enn 70 milliónir leikarasáttmálar, agentavtalur, teldupostar og rokniørk likin til týska miðilin Der Spiegel frá eini loyniligari keldu.
Materialið er so deilt víðari við miðlanetverkið European Investigative Collaboration (EIC).
Og herfyri kom materialið til Real Madrid hvar sagt verður hvussu bestu feløgini í Europa gera eina heilt nýggja, europeiska, liga undir navninum «Super League» frá 2021-sesongini.
UEFA er ikki nevnt við einum orði í avtaluuppskotinum, og nýggja deildin kann ikki kombinerast við Champions League soleiðis sum kappingin verður lýst í dokumentinum.
«Stovnararnir eru samdir um at skapa eina europeiska fótbóltskapping undir nevninum “European Super League”, sum byrjar í 2021/2022», stendur í fyrsta punktinum í uppskotinum.
Og nú er VG, sum einasti norski miðil, við í prosjektinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo