Sven-Göran Eriksson er nýggjur landsliðsvenjari í Filippinunum, har fótbóltsáhugin ikki er serliga stórur, skrivar danska TV 2.
Eriksson var síðst í oktober settur landsliðsvenjari í Filippinunum - eitt land, sum liggur nummar 116 á styrkilistanum - og har sum tey flestu vísa fótbóltinum lítlan áhuga.
- Eingin kennur meg her. Tað er heilt gott, sigur Sven-Göran Eriksson sambært TT.
Í Filippinunum er tað kurvabóltur sum er tjóðarítróttin, og fær tí setanin av einum kendum landsliðsvenjara í fótbólti ikki tjóðina at steðga upp eitt bil í undran.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo