FSF: Seinasta umfar í bólkaspælinum í UEFA Nations League er á skránni í dag. Føroyar spæla á útivølli móti Malta, og undan dystinum er greitt, at hvørki av liðunum kann spæla seg víðari í kappingini.
Kortini hevur dysturin stóran týdning. Tapandi liðið endar allarhelst í niðasta styrkisbólki, tá lutakast verður til komandi EM-undankapping. Tí er eingin ivi um, at Føroyar fara á vøllin eftir øllum trimum stigunum á Ta’ Qali Stadion.
Føroyska landsliðið hevur fyrireikað seg væl til avbjóðingina móti maltesum. Ferðalagið kom úr Aserbadjan tíðliga seinnapartin leygardagin, og síðani hava tvær venjingar verið á skránni.
Seinastu fundirnir hava nú verið, og Lars Olsen, landsliðsvenjari, hevur sett navn á teir fyrstu ellivu, ið byrja á vøllinum móti Malta.
Gunnar Nielsen verður í mál, og í verjuni verða Gilli Rólantsson Sørensen, Sonni Ragnar Nattestad, Atli Gregersen og Viljormur Davidsen. Á miðvøllinum frá byrjan verða Sølvi Vatnhamar, Rógvi Baldvinsson, Hallur Hansson, Brandur Hendriksson Olsen og Rene Shaki Joensen. Fremsti maður verður Jákup Ludvig Thomsen.
Á bonkinum frá byrjan verða Teitur Matras Gestsson, Kristian Joensen, Magnus Egilsson, Gunnar Vatnhamar, Odmar Færø, Kaj Leo í Bartalsstovu, Heini Vatnsdal, Jógvan Rói Davidsen, Jóannes Bjartalíð, Árni Frederiksberg, Meinhard Egilsson Olsen og Klæmint Andrasson Olsen.
UEFA Nations League landsdysturin millum Malta og Føroyar á Ta' Qali Stadion á Malta, verður floytaður í gongd klokkan 19:45, føroyska tíð. Tað er klokkan 20:45 lokala tíð.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo