Ein vísur maður tosar, tí hann hevur okkurt at siga. Ein dári tosar, tí hann má siga okkurt
- Platon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Pogba legði Manchester United á odda við brotssparki í fyrra hálvleiki, og í seinna hálvleiki skoraði Shaw sítt fyrsta mál nakrantíð í Premier League

José Mourinho sigst hava fingið greið boð frá leiðsluni í Manchester United at hann nú má gevast við bara at krevja nýggjar leikarar

Italski miðilin Il Mesaggero skrivar at Manchester United hevur boðið 100 milliónir evrur upp á Sergej Milinkovic-Savic úr Lazio

Paul Pogba sigst hava givið sínum liðfeløgum í Manchester United greið boð um at hann er desperat eftir at sleppa vekk úr felagnum, skrivar Daily Mail

Erik Hamrén hevur uppsagt sáttmálan við suðurafrikanska Mamelodi Sundowns og verður landsliðsvenjari hjá Íslandi. Tað skrivar felagið á Twitter

Barcelona hevur lagt inn eitt boð upp á franska miðvallaleikaran hjá Manchester United, Paul Pogba, skrivar Gianluca Di Marzio seint í kvøld

Manchester United hevði ikki nógv at vísa í vinardystinum móti Bayern München, sum endaði við 1-0 sigri til Bayern München

Premier League vinnararnir frá í fjør, Manchester City, hava fingið eina flúgvandi byrjan uppá kappingarárið 2018/19, eftir at teir í dag vunnu ein tryggan 2-0 sigur á Chelsea í árliga Community Shield dystinum

Anthony Martial var ikki við í hópinum sum fleyg úr Manchester til München í morgun, har Manchester United skal hava sína royndarsýning í kvøld kl 19 føroyska tíð

Eftir at Cristiano Ronaldo skifti frá Real Madrid til Juventus fyrr í summar, hevur eitt leikaraskifti ført til eitt annað. Leonardo Bonucci, sum skifti til AC Milan í fjør eftir at hava verið í Juventus í sjey ár, skiftir nú aftur til Juventus

Kilenski miðvallarin hevur spælt í Bayern í trý ár, eftir at hann skifti frá Juventus í 2015, og prísurin, Bayern og Barcelona skulu vera komin ásamt um, er 27 milliónir pund

Fyrrverandi hollendska fótbóltsstjørnan Clarence Seedorf er útnevndur sum nýggjur landsliðsvenjari hjá Kamerun, boða altjóða miðlar frá í dag

Manchester United og José Mourinho hava havt trupulleikar í sesongfyrireikingini í USA, og hýrurin hjá venjaranum ávirkar leikararnar

Ein framúr Zlatan Ibrahimovic koppaði næstan einsamallur dystinum móti Orlando City tá ið hann skoraði sítt fyrsta MLS-hattrick í 4-3 sigrinum hjá LA Galaxy sunnudagin

Felagið DC United, sum Rooney leikar í, liggur niðast í Eastern Conference í MLS eftir 18 dystir, men fekk síni næstu trý stig síðani 19. mai

Nú er Sir Alex Ferguson komin upp at sita, og takkar fyri stuðulin og hjálpina hann hevur fingið eftir heilabløðingina

Manchester United er heimsins virðismiklasta fótbóltsfelag, frammanfyri Real Madrid og FC Barcelona, vísur nýggjasti listin hjá vinnulívsmiðlinum Forbes

Paul Pogba gjørdist fyrsti Manchester United-leikari nakrantíð at skora í eini HM-finalu, og eisini fyrsti Premier League-leikari síðani Emmanuel Petit í 1998

Manchester United váttaði seint í gjárkvøldið at Daley Blind fer aftur til Ajax eftir seinastu fýra árini á Old Trafford

Her eru nøkur av teimum bestu málunum undir HM í Russlandi, um tú longu ert farin at sakna HM

Luca Modric hjá Kroatia tapti HM-finaluna móti Fraklandi, men tann lítli miðvallaleikarin við silkifótinum var av FIFA kosin til besti leikari undir hesum HM

Frakland er heimsmeistari fyri aðru ferð eftir eina dramatiska og kontroversiella seksmáls-finalu móti Kroatia. Frakland vann finaluna 4-2

Bronsuhetjan hjá Belgia, Eden Hazard, sigur at eftir seks ár í Chelsea er tíðin helst komin at royna nakað nýtt

Belgia tryggjaði sær bronsu undir hesum HM. Belgia vann 2-0 á Onglandi. Ongland hevði tonsavís av møguleikum at tryggja sær fyrsta steypið í 52 ár

Tann brasil-føddi italski leikarin Jorginho fylgist við Maurizio Sarri til London og Chelsea úr Napoli

Tað verður tann 59 ára gamli Maurizio Sarri sum skal venja Chelsea, skrivar felagið á síni heimasíðu. Maurizio Sarri hevur seinastu tríggjar sesongirnar verið venjari hjá italska Napoli

Sveisiska fótbóltssambandið váttar á síni heimasíðu, at Xherdan Shaqiri er keyptur av Liverpool fyri 17 milliónir sveiserfranc

Argentinski Nestor Pitana hevur fingið uppgávuna at døma, tá ið Frakland og Kroatia skulu dystast sunnudagin um, hvør er best í heiminum

Antonio Conte hevur fingið fótin sum Chelsea-venjari, skriva bretskir miðlar

Snøggar kvinnur sum eru til HM-dyst verður ofta zoomað á við upptøkutólinum, men tað ætlar FIFA at gera nakað við, so minni verður av tí

Mandzukic hevur skorað fyri Kroatia í seinna umfarinum av yvirtíðini - 2-1 til Kroatia og Kroatia er fyri fyrstu ferð í eini HM-finalu

Í dag leikar Ongland sín størsta dyst síðani 1990, og er hann móti Kroatia kl 19. Men tað er ikki lukkuligt um enska landsliðið tapur

Fleiri tíggjutúsund savnaðust við Champs-Elysées í kvøld at fegnast um sigurin hjá Fraklandi á Belgia í HM-kappingini. Frakland vann dystin 1-0

Umtiti skallaði bóltin í netið fyri Frakland, og tað var eisini einasta málið í dystinum móti Belgia

Eftir at hava leikt níggju ár í Real Madrid er Cristiano Ronaldo (33) seldur til Juventus fyri nakað undir eina milliard krónur. Ronaldo skoraði 451 mál hesi árini í Real Madrid

Fyrrverandi landsliðsleikarin Luis Enrique verður nýggjur venjari hjá spanska landsliðnum

Sambært útlendskum miðlum, so hevur FIFA boðið teilendska dreingjaliðnum, sum sat fast í hellinum í Teilandi, til HM-finaluna í Russlandi

Fernando Hierro ynskir ikki at halda fram sum venjari hjá spanska landsliðnum. Tað váttar spanska fótbóltssambandið í tíðindaskrivi í dag

Rakitic skoraði seinasta brotsspark í brotssparks kappingini millum Kroatia og Russland, og skal Kroatia leika móti Onglandi mikudagin í semifinaluni

Ongland hevur ikki verið í semifinalu í 28 ár, men tann keðiliga gongdin er brotin við sigrinum á Svøríki í kvartfinaluni - 2-0

- Um Ongland vinnur, skal eg keypa tær døgurða líkamikið hvar í verðini. Men um Svøríki vinnur, keypur tú mær alt, eg vil hava frá Ikea. OK? skrivar svenska superstjørnan til ensku superstjørnuna

Videodómararnir vóru alt og nógv upptiknar av um bólturin var úti ella ikki, og tí sóu teir ikki, tá ið talan veruliga var um brotsspark, sigur kendur danskur toppdómari

Belgia vann dystin móti Brasil við úrslitinum 2-1. Belgia er í semifinalu og skal leika móti Fraklandi

Frakland vann ein tryggan 2-0 sigur á Uruguai, sum hevði lítið at bjóða uttan Cavani

Sambært útlendskum miðlum í kvøld, so hevur Juventus boðið 88 milliónir pund fyri Ronaldo og hevur leiðslan í Real Nadrid kallað inn til snarfundar

Kolumbiari roynur at gera alt hann kann, so Harry Kane skal ikki fáa mál, tá ið Ongland fekk brotsspark í gjár. Her sparkar hann hol niður í vøllin

Ongland hevur ongantíð fyrr vunnið eina brotssparks kapping í fótbólts-HM, men í fótbóltsdramanum móti Kolumbia í kvøld var hesin statistikkurin soraður

Ongland skal leika móti Svøríki í kvartfinaluni. Málverjin Jordan Pickford tók eitt brotsspark og Ongland vann 5-4 á Kolumbia

Sviar høvdu eitt hav av møguleikum at skora í fyrra hálvleiki, men skotini fóru fleiri metrar við síðuna av. Nú hevur Svøríki lagt seg á odda, og Svøríki er víðari til kvartfinaluna

Belgia vísti sína styrki í seinna hálvleiki við at vinna 3-2 móti Japan. Nú skal Belgia leika móti Brasil í kvartfinaluni