Tottenham og Chelsea hava leikt seg víðari í hálvfinalurnar í EFL Cup, eisini rópt League Cup.
Hetta er greitt, eftir at Chelsea í kvøld vann 1-0 ímóti Bournemouth á heimavølli, meðan Tottenham vann 2-0 ímóti Arsenal á útivølli.
Eden Hazard skoraði einsamalla málið hjá Chelsea, meðan Son og Alli tryggjaðu Spurs sigurin.
Hini bæði liðini, sum hava leikt seg í hálvfinalunar í lítlu ensku steypakappingini, eru Manchester City og Burton.
Tey vunnu í gjárkvøldið - City eftir brotsspørk ímóti Leicester City, meðan Burton vann 1-0 ímóti Middlesbrough á útivølli.
Hálvfinalurnar verða leiktar í januar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo