Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar til skrivligan fyrispurning nr. 66/2022 frá Una Holm Johannesen, løgtingsmanni, settur landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum, Ruth Vang, um meirvirðisgjald frá stroymingartænastum o.ø.

Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at virka fyri, at meirvirðisgjald, sum føroyingar rinda fyri útlendskar stroymingartænastur, spøl, forrit o.l., kemur í føroyska landskassan?

2. Fer landsstýrismaðurin at heita á føroysku peningastovnarnar at útvega upplýsingar um, hvussu nógvar pengar umleið føroyingar brúka til hald til útlendskar stroymingartænastur, spøl og forrit?

Til nr. 1 og nr. 2
Í viðmerkingunum til spurningin verður víst til eina kanning frá 2019, sum vísti, at í minsta lagi 13,5 mió. kr. fara av landinum árliga í sambandi við meirvirðisgjald, sum føroyingar rinda fyri útlendskar stroymingartænastur, spøl, forrit o.l.

Sambært upplýsingum frá TAKS rinda útlendskar fyritøkur 9-10 mió. kr. í landskassan árliga í MVG av tænastum, sum hesin fyrispurningur snýr seg um. Upphæddin er spakuliga vaksandi sambært TAKS. Harvið kemur, sum er, ein stórur partur av meirvirðisgjaldinum, sum føroyingar rinda fyri útlendskar stroymingartænastur, spøl, forrit o.l., í føroyska landskassan. TAKS kannar í løtuni, hvussu tilber at fáa fleiri tænastuveitarar at lata seg MVG skráseta í Føroyum.

Víst verður eisini til fyrispurning nr. 52-084/2019 frá mai 2020: Fyrispurningur um meirvirðisgjald av talgildum tænastum. Í svarinum til fyrispurningin varð greitt frá, at altjóða leiðreglur og samstarv millum lond vera neyðug fyri at loysa hesa avbjóðingina.

Mett verður ikki, at tað hevði tænt nøkrum endamáli í sambandi við hetta málið, um Fíggjarmálaráðið heitti á føroysku peningastovnarnar um at útvega upplýsingar um, hvussu nógvar pengar umleið føroyingar brúka til hald til útlendskar stroymingartænastur, spøl og líknandi.

Til ber at meta leysliga um, hvussu nógvar pengar umleið føroyingar brúka til hald til útlendskar stroymingartænastur, spøl, forrit o.l. Siga vit, at um 35 tús. føroyingar (aldursbólkurin 16 til 66 ár) í miðal brúka um tvey tús. kr. árliga til tílíkar tænastur, er talan um 70 mió. kr. íroknað MVG.

Meirvirðisgjaldið av tí er 14 mió. kr. (20%), harav 9-10 mió. kr. koma í landskassan, sum er.

Tinganes, 17. mars 2023
Ruth Vang
Landsstýriskvinna í fíggjarmálum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo