Fleiri uppskot fáa fyrstuviðgerð á tingfundinum sum byrjar klokkan 11 í dag. Talan er um trý uppskot til samtyktar, tey snúgva seg um karmsáttmála ímillum Føroyar og Ísland um fiskiskap, um tilráðingar hjá Útnorðurráðnum og somuleiðis um tilráðingar frá Norðurlandaráðnum. Eitt uppskot til samtyktar er ikki eitt lógaruppskot, men meira ein áheitan frá tinginum á landsstýrið.
Eisini er á skránni ríkislógartilmæli um Schengenavtaluna. Og so er framløga eisini á skránni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo