Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Heilsumálaráðið: Føroya Løgting hevur í dag einmælt samtykt lógaruppskotini um yvirtøku av farsóttarmálsøkinum. Bæði Trivnaðarnevndin og Uttanlandsnevndin tóku undir við lógaruppskotinum, og mæltu Løgtinginum til at samtykkja yvirtøkuna av farsóttarmálsøkinum.

Hetta merkir, at Føroyar formliga yvirtaka farsóttarøkið á nýggjárinum, tann 1. januar 2024. Farsóttarøkið fevnir um øll tey viðurskifti í tí føroyska samfelagnum, sum kunnu verða ávirkað av einari farsótt, um so er, at tey ikki verða flokkað undir eitt annað málsøki, sum ikki er yvirtikið.

Næsta stig verður, at Heilsumálaráðið fer at fyrireika yvirtøkuna saman við Fólkaheilsustýrinum, og at gera eina avtalu við danskar myndugleikar um samstarv á økinum. Í næstum fer Fólkaheilsustýrið eisini undir at gera eina farsóttartilbúgving, sum skal vera klár at seta í verk, tá tørvur verður á tí.

- Eg eri sera fegin um, at Løgtingið hevur tikið undir við at yvirtaka farsóttarmálsøkið. Tíðarskeiðið við koronafarsóttini, hevur víst okkum, at farsóttarmálsøkið eigur at vera á føroyskum hondum, og skal tillagast føroysk viðurskiftir, sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo