Á tingfundinum sum byrjar klokkan 11 í dag, verður uppskotið um at veita lágløntum hjálp vegna ógvusliga prísvøksturin í seinastuni, væntandi endaliga samtykt. Ein samd nevnd tók undir við uppskotinum, sum skal veita fíggjarliga sperdum familjum við børnum yngri enn 18 ár fíggjarligt ískoyti sum veksur alt eftir hvussu nógv børnini eru, og eisini er øðrvísi fyri stakar uppihaldarar enn pør.
Fleiri fyrstuviðgerðir eru eisini á tingfundinum, eitt nú uppskotið hjá formansskapinum at broyta starvsheitini hjá løgtings- og landsstýrismonnum, so -kvinna og -fólk eisini kann brúkast.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo