Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á § 52 a-fyrispurning nr. 52-067/2022 frá Erling Eidesgaard, løgtingsmanni, um íverksetarafeløg

Spurningurin var soljóðandi:
1. Hvussu eru royndirnar í Føroyum við íverksetarafeløgum?

2. Hvussu nógv íverksetarafeløg eru í Føroyum í dag?

3. Hvussu nógv íverksetarafeløg eru farin á húsagang (síðan 1. januar 2017)?

4. Hvussu stóra skuld høvdu hesi íverksetarafeløg til ávikavist tað almenna og til privatar kreditorar, tá tey fóru á húsagang?

5. Hvussu nógv partafeløg og hvussu nógv smápartafeløg, ávikavist, eru í Føroyum í dag?

6. Hvussu nógv partafeløg og hvussu nógv smápartafeløg, ávikavist, eru farin á húsagang (síðan 1. januar 2017)?

7. Ætlar landsstýrismaðurin, at tað framhaldandi skal vera gjørligt, við 1. kr. í kapitali, at stovna íverksetarafeløg í Føroyum?

Til nr. 1
Frá 1. januar 2017 hevur tað borið til at stovna íverksetarafeløg í Føroyum, og ár fyri ár er talið av nýstovnaðum íverksetarafeløgum vaksið.

Royndirnar hjá Skráseting Føroya vísa, at stór umsitingarlig orka verður brúkt til vegleiðing í sambandi við skráseting, tá íverksetarafeløg verða stovnað ella, tá broytingar skulu gerast. Royndirnar vísa, at fleiri enn 25 % av íverksetarafeløgunum lata ikki ársfrásøgnina inn til tíðina. So at siga øll íverksetarafeløg velja við stovnan, at ársroknskapurin ikki skal grannskoðast.

Í 2020 vóru fyrstu húsagangirnir hjá íversetarafeløgum.

Til nr. 2
Tann 10. mars 2023 vóru 617 íverksetarafeløg virkin.

Til nr. 3
Síðan tann 1. januar 2017 eru 108 íverksetarafeløg strikað. Av hesum eru 39 strikað, tí tey sendu inn fráboðan um, at tey sjálv vildu halda uppat. Hini 69 íverksetarafeløgini eru strikað, tí Skráseting Føroya sendi tey í skiftirættin til tvingsilsavtøku, tí tey lótu ikki ársfrásøgn inn, ella tí leiðslan ikki leyk krøvini. Hesi 69 íverksetarafeløgini kunnu sigast at vera farin á húsagang. Av teimum 69 feløgunum vórðu 21 koyrd konkurs í skiftirættinum. Í løtuni eru 12 íverksetarafeløg, sum enn ikki eru strikað, men í løtuni eru undir konkursviðgerð ella undir tvingsilsavtøku.

Til nr. 4
Tað hevur ikki borið til at útvega hesar upplýsingarnar. Skráseting Føroya hevur ikki hesar upplýsingar, tí skiftirætturin sendir ikki búuppgerðir fyri feløgini til Skráseting Føroya.

Sambært upplýsingum frá TAKS hevur stovnurin avskrivað hesar upphæddir vegna íverksetarafeløg, sum eru strikað síðani 2017:

Mvg tils. kr. 717.586
Skattur tils. kr. 267.247

Hvørki TAKS ella Skráseting Føroya hava upplýsingar um skuld til privatar kreditorar. Skráseting Føroya hevur upplýst, at útreiðslurnar hjá stovninum til bústjórar hjá íverksetarafeløgum, sum eru farin á húsagang síðan 2017, eru uml. 200.000 kr. um árið. Her skal havast í huga, at tað fyrsta íverksetarafelagið fór á húsagang í 2020.

Til nr. 5
Tann 10. mars 2023 vóru 372 partafeløg og 2941 smápartafeløg virkin í Føroyum.

Til nr. 6
Í tíðarskeiðinum frá 1. januar 2017 til 10. mars 2023 vóru 1150 partafeløg og smápartafeløg stovnað (30 partafeløg og 1120 smápartafeløg). Sama tíðarskeið vórðu 599 strikað (50 partafeløg og 549 smápartafeløg). Uml. 10 % av skrásettu feløgunum í skipanini eru partafeløg.

Sambært Skráseting Føroya kann tað vera torført at finna orsakirnar til striking av feløgunum, men upplýsast kann, at uml. 225 av hesum fóru á húsagang.

Útreiðslurnar hjá Skráseting Føroya av tvingsilsavtøkum fyri partafeløg og smápartafeløg síðan 2017 eru 1 mió. kr.

Samlaðu útreiðslurnar hjá Skráseting Føroya av tvingsilsavtøkum síðan 2010 eru omanfyri 3,5 mió. kr.

Til nr. 7
Mær hevur dámt sera væl hugmyndina aftanfyri møguleikan at stovna íverksetarafeløg smidliga til tess at stimbra nýskapan og íverksetan. Talið av íverksetarafeløgum, ið verða strikað, er kortini lutfalsliga høgt – eisini hóast altíð hevur verið roknað við, at nógv íverksetarafeløg ikki gerast varandi feløg.

Eg fari at biðja umsitingina, saman við Skráseting Føroya og TAKS, kanna viðurskiftini nærri og at koma við einum tilmæli viðvíkjandi broytingum í skipanini við íverksetarafeløgum. Hetta við tí endamáli framvegis at hava smidligar skipanir fyri íverksetarafeløg, men betri amboð at forða møguligari misnýtslu av skipanini og at sleppa undan at ov nógv óneyðug orka verður brúkt í umsitingini til íverksetarafeløg. Endamálið var jú upprunaliga at sleppa undan ov nógvari umsiting, meðan nú verður lutfalsliga nógv orka brúkt upp á hesi feløg.

Verður avgerð tikin um at broyta reglurnar fyri at stovna íverksetarafeløg, krevur tað, at broytingar verða gjørdar í partafelagslógini og fylgibroytingar í ársroknskaparlógini.

Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 14. mars 2023
Høgni Hoydal
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo