Heilsumálaráðið: Leygardagin í farnu viku hevði Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar aðalfund. Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum var gestarøðari til aðalfundin, sum var hildin á Hotel Føroyum.
Sjúkrarøktarfrøðingar fingu eitt herðaklapp frá landsstýriskvinnuni. Í røðuni kom landsstýriskvinnan eisini inn á ætlanirnar hjá samgonguni á heilsuøkinum, sjúkrarøktarfrøðiliga yrkið, fakliga stoltleikan og at menna møguleikan fyri kliniskari eftirútbúgving av sjúkrarøktarfrøðingum.
Landsstýriskvinnan segði millum annað soleiðis:
- Eg veit, tit gera megnararbeiðið hvønn einasta dag í árinum, allan sólarringin. Tit gera tað í stillum. Kanska alt ov stillum. Viðhvørt sakni eg tykkara fakligu rødd í mun til heilsufakligar spurningar, sum stinga seg upp í samfelagnum.
Øll røðan kann lesast her.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo