Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

- Tunlar eru ikki hørð men bleyt virði, segði fyrrverandi løgmaður, Bárður á Steig Nielsen, tá hann helt sína formansrøðu á landsfundinum hjá Sambandsflokkinum, sum er í Vestmanna í dag. Bárður Nielsen sipaði til, at føroyska undirstøðukervið, sum seinastu árini er nógv útbygt, er við til at knýta landið saman og gera tað størri, so at vit kunnu varðveita tað búsetingarmynstrið, sum í øldir hevur eyðkent føroyska samfelagið.

Bárður á Steig Nielsen kom eisini inn á farleiðina til Vestmanna um Høgareyn og nevndi, at hetta vegastrekki als ikki er nóg trygt á vetrartíð, tá mangan er trupult at koyra har fyri kava. Og hann heitti á sitandi landsstýri um at raðfesta Vestmannatunnilin.

Formaðurin í Sambandsflokkinum hevði at Kringvarpinum fyri sendingina O, Móðirlandið, sum er fallin mongun samríkisfólkum fyri bróstið, tí tey halda hana ikki lýsa søguna og nyttuna í ríkisfelagsskapinum rætt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo