Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar til fyrispurning 52-068/2022 frá Eiriki í Jákupsstovu, løgtingsmanni, um útvarpið hjá KVF í tunlum kring landið

Spurningar:
1. Í hvørjum tunlum kring landið hoyrist útvarpið hjá Kringvarpi Føroya?

2. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at skipa fyri, at útvarpið hoyrist í fleiri tunlum?

3. Hvør er ætlanin við hesum í tunlunum, sum eru ávegis, herundir í tunlunum norður um Fjall, Dalstunlinum og Fámjinstunlinum?

Svar til spurning 1
Landsverk varðar av 18 tunlum, og 4 tunlar eru í gerð, sum koma í staðin fyri verandi farleiðir hjá landinum. Harumframt eru Vágatunnilin, Norðoyatunnilin og Eystur- og Sandoyartunlar.

Útvarpið hjá Kringvarpi Føroya hoyrist í Hovstunlinum, Hvalbiartunlinum, Kollfjarðartunlinum, Leynatunlinum, Norðskálatunlinum, Leirvíkstunlinum, Vágatunlinum, Eysturoyartunlinum, og Norðoyatunlinum.

Sí tengil til heimasíðu hjá Landsverki við yvirliti yvir tunlar í Føroyum.
https://www.landsverk.fo/?id=396

Svar til spurning 2 og 3
Mannagongdin hjá Landsverki er tann, at tá nýggir tunlar verða gjørdir, verða tekniskar innstallatiónir, herímillum nýmótans trygdarútgerð løgd inn í tunlarnar.

Útbúnaður verður settur upp sum ein partur av hesi innlegging, soleiðis at útvarpið hjá Kringvarpinum hoyrist í tunlunum.

Sostatt er ætlanin, at útvarpið hjá Kringvarpinum verður at hoyra í tunlunum Norður um Fjall, Dalstunlinum og Fámjinstunlinum, tá teir verða lidnir.

Viðareiðistunnilin var liðugur í 2016, men útvarpið hoyrist ikki í tunlinum. Sambært Landsverki var játtan ikki til endamálið.

Harumframt er tað soleiðis, at tá gamlir tunlar verða dagførdir, har nýmótans trygdarútgerð verður løgd inn í tunlarnar, er ein sjálvsagdur partur av hesum, at útvarp eisini verður lagt inn í tunnilin. Hetta varð gjørt, tá Norðskálatunnilin og Leynatunnilin vórðu dagførdir.

Her er vert at viðmerkja, at privatu rásirnar vanliga fáa í boði at vera við í tunlunum, um tær gjalda meirkostnaðin av hesum innleggingum, ið vanliga er ein eyka sendari til hvønn tunnil.

Áður eru eisini royndir gjørdar at seta upp útbúnað í Kollfjarðartunlinum og Leirvíkstunlinum soleiðis, at útvarp hoyrist uttan annars at gera allar dagføringar. Tískil hoyrist útvarpið eisini í hesum tunlum, men ikki eins væl sum, tá útvarpið er partur av tilbúgvingini, og útbúnaðurin er heldur ikki eins haldgóður í tunlinum.

Í fjør varð útgerðin í Kollfjarðartunlinum tó dagførd, har tann nýggjara útgerðin varð løgd inn, soleiðis at útvarpið kann hoyrast betri. Antennukaðal varð lagdur gjøgnum allan tunnilin, og sendiútgerð sett upp, soleiðis at tað er møguligt at hoyra 6 rásir. Hetta kostar 650 tús. kr., ið er ein vegleiðandi prísur, sum kann brúkast, um ein ynskir at hoyra útvarpið í øðrum tunlum.

Landsstýrismaðurin fer at umrøða málið við Landsverk í sambandi við fíggjarlógaruppskotið fyri 2024.

Dennis Holm
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo