Farsóttarøkið skal yvirtakast hevur landsstýrissamgongan sett sær fyri, og í dag kemur farsóttarmálsøkið fyri í tinginum. Tvey lógaruppskot fáa aðru viðgerð, uppskotini slóða fyri sjálvari yvirtøkuni.
Eisini andstøðuuppskotini um at lata gjald fyri ansing fylgja barninum, fólkaflokkurin eigur uppskotið, og um at verja børnini ímóti ónæriligum myndum og øðrum ágangi á internetinum koma til fyrstu viðgerð. Miðflokkurin eigur tað uppskotið.
Eisini kemur uppskot til løgtingslóg um bókasøvn til fyrstu viðgerð. Endamálið við uppskotinum er millum annað at styrkja bókasavnsøkið, so føroysku fólkabókasøvnini, eisini í framtíðini, veita fjølbroyttar tænastur í góðari góðsku til allar borgarar í landinum.
Tingfundurin byrjar klokkan 13.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo