Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Liljan Weihe, løgtingsmaður
Svarari: Aksel V. Johannesen, løgmaður
Evni: Føroyskir fangar og varðhaldsfangar í Danmark
Spurningar:
1. Hví verða føroyskir fangar, sum eru handtiknir og fongslaðir í Føroyum, sleptir út á gøtuna í Danmark heldur enn at verða fluttir heim til Føroya, har teir vóru frælsistiknir av fyrstan tíð?
2. Eru tilmælini um samstarv millum Kriminalforsorgina og Almannaverkið tikin til eftirtektar og byrjað?
3. Er nakað skipað samband millum føroyskar og danskar myndugleikar um føroyskar fangar og varðhaldsfangar, sum eru í Danmark?
4. Hvussu tryggjar landsstýrið, at føroyskir fangar fáa virðiliga viðferð hóast málsøkið er danskt?
Viðmerkingar:
Føroyingar verða á hvørjum ári fluttir til Danmarkar at sita dóm, og í summum førum verða teir enntá sendir niður uttan dóm fyri at sita varðhaldsfongslaðir, meðan teir bíða eftir, at mál teirra kemur fyri í rættinum.
Kriminalforsorgin í Føroyum, sum er donsk, hevur ábyrgdina av fangunum, tá teir eru í Føroyum, men tað er ringt at lesa seg fram til, hvør hevur ábyrgdina av teimum, tá teir fyrst eru komnir í danskt fongsul ella arresthús at sita. Tá verður støðan meira gruggut og ógjøgnumskygd. Tað er uppaftur torførari at síggja, hvør hevur eftirlit við, at hesir føroyingar, sum eru frælsistiknir, verða væl viðfarnir.
Tá føroyingar verða leyslatnir úr donskum fongslum ella arresthúsum, verða teir í fleiri førum bara sleptir út á gøtuna, har teir eru staddir. Uttan kunning til tey avvarðandi ella føroyska almannaverkið. Uttan nakað trygdarnet.
Málsøkið er dansk, so onki landsstýrisfólk hevur evstu ábyrgd av hesum føroyingum.
Á heysti í 2021 var frammi í miðlunum, at nú skuldi betri samstarv vera millum Kriminalforsorgina, sum er undir donskum ræði, og Almannaverkið í Føroyum, sum vit sjálvi varða av.
Á Løgtingi, 15. mars 2023
Liljan Weihe
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo