Fleiri enn 100 bygdir og býir eru í Føroyum, og hesar kunnu nú allar síggjast á framsýning við plakatum, sum letur upp í Dugna á Hjalla fríggjadagin kl 15.00. Signar í Homrum fer at spæla nøkur løg til upplatingina.
Grafikarin Miriam Hinz frá Einfalt hevur teknað og gjørt plakatirnar í hesi røðini, sum kallast ByNight. Her síggjast húsini í bygdum og býum úr erva sum hvítir prikkar á myrkari bakgrund, og harvið sæst skapið av bygdini ella býnum.
Prikkarnir á plakatunum hava somu stødd, og tí kunnu plakatirnar hanga lið um lið, sama um tað er ein lítil ella ein stór bygd ella býur. Støddin av plakatunum er A4, 30x40 og 50x70 cm, alt eftir hvat bygdin ella býurin fyllir í vavi.
Framsýningin letur upp fríggjadagin 26. august kl 15.00 og er opin gerandisdagar frá kl 10-15 inntil 30. september.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo