BirkBlogg: Nógv umrøddi grindafilmurin hjá skotska Mike Day The Islands and the Whales varð frumsýndur fyri fullsettari høll í Havnar Bio týskvøldið.
Her sæst leikstjórin í føroyskari stjørnutroyggju frá Guðrun & Guðrun greiða frá um filmin og svara spurningum.
Fólk vóru hugtikin av søguni, sum viðger dálking í havinum og av tí mati, vit taka úr náttúruni.
Mike greiddi frá, at umframt at hava verið vístur á altjóða filmsstevnum, so hevur filmurin eisini verið vístur á ST-høvuðsborgini og í Hvítu Húsunum, har hann er úrvaldur og góðkendur, klareraður, at verða vístur saman við einum øðrum risastórum heimildarfilmi á Hawaii, har Obama helst fer at síggja han.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo