Eysturkommuna: Í summar letur nýtt gallarí upp í hølunum hjá El-Talvuvirkinum í Norðragøtu, har sum handilin Glæman fyrr helt til. Hildigunn Tausen hevur málningaframsýning frá 6. juli til 1. september.
Sambært fyrireikarunum er ætlanin at skipa hetta sum eitt afturvendandi tiltak, har ymisk listafólk hava møguleika at vísa framm síni listaverk í ‘Gallarí Glæman’ í summarfrítíðini. Í ár er tað so Hildigunn Tausen, sum vísir fram.
Hildigunn er uppvaksin í Hovi í Suðuroy og er búsitandi í Danmark, har hon starvast sum pedagogur og psykoterapeutur.
Hon hevur fingist við at mála í nógv ár, og myndirnar fáa íblástur frá føroysku náttúruni. Hon er nógv umbiðin til framsýningar í Danmar og hevur eisini framsýningar í Føroyum. Aftaná 1. september vísir hon fram í Smiðjuni í Lítluvík.
Ferniseringin verður á ‘Gallarí Glæman’ tann 6. juli kl. 17.00 í Tróndargøtu 18. Opið verður síðan gerandisdagar frá kl. 8-16 og annars eftir avtalu.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo