Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Thyge er bróðir Ronald Risvig, sum fyri stuttum var í Føroyum og greiddi frá um bókina, sum hann hevði skrivað um Matador. 

Thyge  Risvig er føddur  23. juni 1945 í Brande í Jyllandi. Hann hevur teknað frá barnsbeini av og er útbúgvin málari og lærari. Læraraprógv tók hann 1998 frá Jelling Statsseminarium t. d. í myndlist. Verið á skeið í myndlist 2003 hjá Evald Jensen á Listaskúlanum í Vejle. Skeið á Listaháskúlanum í Aarhus hjá Max Parylewacz. 

Thyge heintar íblástur til sínar málningar  frá ferðum í Noregi, Svøríki og Føroyum. Myndirnar eru natúrlýsingar og avspegla tað, sum eygað sær av tí stórfingnu natúrini, har vindbardir klettar, hástór fjøll, grýtut lendi og fuglar nema við penslar hansara, og fáa hesar sjónir at liva sítt inniliga lív í málninginum javnt, samt og tamt.

Ferniseringin verður mánadagin, 6. juni kl 19:00 í Ribarhúsi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo