Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Sjá, tú blánar sum loftið og tú rodnar sum blóð,
men hitt hvíta er fossur, brot og vetrarins ljóð.
Har tú veittrar á báru, fjalli, bergi og ong,
syngur tjóðin tær glaðasta song.


Framsýningin Sjá tú blánar letur upp mentanarnáttina klokkan 17. Hon er fjølbroytt og eitt sindur øðrvísi enn aðrar listaframsýningar við tað, at hon er konseptuel, og byggir á eina yrking, sum Hans Andrias Djurhuus skrivaði í 1920. Flestir føroyingar kenna yrkingina, sum verður framførd við lagi eftir Gunnar Mikkelsen, tá flaggdagur er. Yrkingin vendir sær sum kunnugt til Merkið, hvørs reyði, blái og hvíti litur myndar koloristiska útgangsstøðið hjá framsýningini, sum eisini innihaldsliga nertur við tjóðskaparlig evni.

Ultramarinbláar eru fýra framúrskarandi kompositiónir hjá Tróndi Patursson, sum við síni svimlandi dýpd geva okkum eina stórbæra visión av kosmiskum upplivingum, sum Tróndur Patursson hevur havt á sjóferðum sínum. Bæði evnisliga og stílsliga fevnir henda listaframsýningin nokk so breitt um bæði náttúru og mentan, abstrakta og figurativa list, fínmentan og kitsch frá træprenti og litografi yvir málarí til fotografi og gipsrelieff umframt postkort. Síðstnevndu kort vórðu í sínari tíð framleidd og einamest seld til ferðafólk. Tað var Ásmundur Poulsen, sum tók myndirnar á kortunum og gav tey út, hann var fotografur í hálva øld og tók nógvar myndir til øll hugsandi høvi. Kongaligar vitjanir eru eyðvitað góð myndahøvi og tí eru fleiri fotomyndir av Margretu drottning og av foreldrum hennara, sum eru við á framsýningini, bæði tí tær eru áhugaverdar myndaliga, men eisini tí, at tær á onkran hátt snúgva seg um Føroyar og sambandið við Danmark. Hesi viðurskifti eru sum kunnugt  á breddanum í hesum døgum nú kjakast verður um eina føroyska stjórnarskipan, sum skal vera innan fyri ella uttan fyri grundlógina. Spyrja vit yrkjaran Carl Jóhan Jensen man lítil ivi vera um hansara støðu hesum viðvíkjandi og henda greiða støða sæst eisini í teimum báðum prentunum, sum hann gjørdi saman við Tróndi Patursson og sum var partur av valstríðnum hjá Tjóðveldi. Kanska er tað ikki heilt so einfalt at gita sær til hvat danski listamaðurin Peter Carlsen heldur um tað heila, men hansara neyvu myndir av F-16 flogførum og av danska flagginum eru í øllum førum hugvekjandi og vakrar.

Á eini framsýning um Føroyar sigur tað seg sjálvt, at landslagið er eitt mást og her er tað sjálvur meistarin á økinum, Zacharias Heinesen, sum sýnir fram seks smáar okkergular og regnbláar perlur av landslagsmyndum, sum vórðu gjørdar sum gávuprent til limir í grafikkáhugafelagnum Steinbrá.  Hesar hanga saman við trimum fjálgum, midnáttarbláum seyðamyndum hjá Fríðu Matras Brekku - hon er fyrsta føroyska listafólk, sum skemtiliga og við kærleiksfullum álvara hevur valt sær tann í Føroyum omnipresenta seyðin sum høvuðsmyndevni. John Kørner hevur onkra mynd frá stórfingnu steinprentsrøðini The Whale Killing Project við á framsýningini.

Á framsýningini er ein spildurnýggj, modernað røð av væl hugsaðum sjálvsmyndum, sum Tóroddur Poulsen gjørdi í Steinprenti herfyri, og sum í byrjanini eru gular, appilsingular og reyðar, men sum spakuliga flyta seg yvir í blátt. Myndirnar hjá Tóroddi eru monokromar og tað sama er næstan eisini galdandi fyri tríggjar nonfigurativar myndir hjá bretska listamanninum Ian McKeever, sum arbeiðir við smáum miðlum, ið fáa maksimala effekt. Jóhan Martin Christiansen er yngstur av teimum framsýnandi listafólkunum, hann er eisini við á ungdómsframsýningini, ið letur upp í Norðurlandahúsinum klokkan fýra Mentanarnáttina. Hansara hvítu, stillu gipsmyndir eru avstoypingar av pappeskjum, sum listamaðurin fær nógv burturúr. Í mun til ta ekspressivu, náttúruíblástu høvuðsásina í føroyskari list, bróta verkini hjá Jóhan Martini Christiansen frá. Hansara tilfarsliga medvit og hugskots- og prosessmerkta listatilgongd er saman við hinum verkunum á framsýningini tekin um ta støðugu menning, sum føroysk list er í.

Sjá tú blánar letur upp mentanarnáttina 3.juni klokkan 17. Øll eru hjartans vælkomin. Kurator er Kinna Poulsen. Rigmor Dam, mentamálaráðfrú, letur framsýningina upp.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo