Í Perluni á Ólavsøku - 50% Drekkispæl - 50% Genial leiklist.
Shakespeare er fyri mongum ímyndin av leiklistini. Fyri summum tykist hann heldur háfloygdur og fyri øðrum serliga genialur. Á Ólavsøku fara vit at sýna Shakespeare leik fyri alt fólkið!
Shakespeare Systrarnar megna lætt og skemtingasamt at samantvinna ellivu teir føroyskt týddu leikirnar hjá Shakespeare. Við í prísinum bjóðar OKKARA eina kalda.
Shakespeare Systrarnar, Sóley Danielsen, Gunnvá Zachariasen, Kristina Sørensen Ougaard, saman við leikstjóra Hans Torgarð hava tikið stig til leikin. Høvuðssakliga við tí fyri eyga, at hátíðarhalda tey 400 árini ið eru liðin síðani Shakespare andaðist. Leikurin tekur støði í føroyska áskoðarinum, og er tillagaður rætta Ólavsøku andan.
- 11 leikir
- 3 kvinnur
- 45 minuttir
Leikurin verður sýndur í Perluni í miðbýnum:
27. juli, kl.: 19:00 og 21:00
28. juli, kl.: 19:00 og 21:00
29. juli, kl.: 19:00 og 21:00
30. juli, kl.: 21:00
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo