Facebook síðan hjá Filmsfelagnum boðar frá, at nú fer felagið í summarfrí.
Men í september verða allar lampur tendraðar aftur, tá Filmsfelagið fer undir festivalin Filmsdagar í felag.
Fyrsta tiltak av hesum slag var í fjør, sigur Birgir Kruse. Tá vóru samstarvspartarnir Havnar Bio og ein røð av feløgum, sum introdusera hvør sín nýggja biograffilm fyri ein lítlan penga fyri fólk, sum vilja síggja film í felag. Tí heitið Filmsdagar í Felag.
Í ár verða Filmsdagar í Felag í Havnar Bio 7.-11. september.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo