Fríggjadagin 13. mai 2016 kl. 16.00 letur upp listaframsýning við Kára Svensson í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík.
Fernisering verður fríggjadagin kl. 16:00 og kemur Signhild V. Johannesen, forkvinna í mentanarnevndini hjá Klaksvíkar Kommunu, at seta framsýningina.
Umframt okkurt lættari ábit, vitjar Hans Andrias Jacobsen og undirheldur við eitt sindur av tónleiki.
Listaframsýningin hongur uppi fram til 1. juni 2016.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo