Vestmanna Fiskavirkið hevur fingið 2.100 tons av samlaðu kvotuni til vinnuligar royndir. Einki annað virkið hevur fingið eina kvotu.
Kvotan hjá Vestmanna Fiskavirkið er latin beinleiðis til Fram.
Men verður hugt í fiskiloyvið, so hevur hetta einki við royndir at gera. Hetta er beinleiðis politisk útluting.
Undir treytir stendur, at “fiskurin skal vera væl hagreiddur og væl køldur” – hvør ger ikki tað.
Seinni stendur, at kvotan bert kann brúkast til tað, sum verður til “góða lidna vøru”.
Hvør ger ikki tað?
Sí fiskiloyvið hjá Fram sum liggur á heimasíðuni Teyggjan - trýst her
Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo