Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Grundgevingarnar, sum borgarstjórin í Havn brúkar fyri at gera flogvøll á Glyvursnesi, eru nakrar tær somu ella neyvt tær somu, sum vórðu brúktar fyri 30 árum síðani, tá ið táverandi borgarstjórin tosaði um flogvøll á Glyvursnesi.

Annika Olsen, borgarstjóri, skrivar soleiðis í síni grundgeving:

- Ein flogvøllur á Glyvursnesi verður helst ein treyt fyri eina vælvirkandi ferðavinnu í framtíðini, eina umfatandi útflutningsvinnu og eini vaksandi oljuvinnu.

Men eitt annað brot, sum eisini vísur, at talan er um gamlar grundgevingar, og at bæði vitan og eisini Føroyar hava flutt seg nógv hesi seinastu minst 30 árini, er hetta brotið:

- Meðan vit taka hesi atlit, eiga vit at seta í verk eitt arbeiði at finna íleggjarar, sum hava áhuga í at millumlenda, fáa tænastur á leiðini, at flyta farm og ferðafólk, áhuga í transittøki og millumlending eftir farmi ella bara til bunkring, catering ella heilt aðra tænastu, vit enn ikki hava hugsað ella hoyrt um.

Í dag royna øll flogfeløg at sleppa undan millumlending, tí tað er tann dýrasti parturin á eini flogferð.

Nýggju flogførini, sum ikki vóru fyri minst 30 árum síðani, eru júst gjørd fyri at sleppa undan millumlending, umframt allar aðrar menningar sum eru framdar hesi seinastu 30 árini, millum annað viðvíkjandi tólum og trygd.

Longsta flogruta hjá ferðafólkaflogfari er knappar 17 tímar, og tað uttan millumlending. Tað er Qatar Airways sum flýgur hesa rutu millum Katar og Nýsæland, sum ikki var gjørligt non-stop fyri um 30 árum síðani.

So flogvinnan er uppdaterað við risastórum lopum, og tað má tí eisini takast hædd fyri í grundgevingunum nú vit skriva 2017.

Og týðandi broytingin seinastu 30 árini: Vit hava fingið Vágatunnilin, sum ger tað skjótari hjá einum hoyvíkingi at koyra vestur á flogvøllin, enn út á Glyvursnes.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo