Tað kann gerast nógv dýrari enn tær 100 krónurnar, sum tað fyribils fer at kosta at ganga uttan fyri bøgarðarnar í Mykinesi, skrivar Kringvarpið.
Og sami miðil skrivar, at um góðar tríggjar vikur - tann 5. mai - fer Vinnumálaráðið at kunngera landsins ferðavinnupolitikk, sum hevur verið í gerð í eitt gott ár.
VP spyr tí, hvat føroyingar siga til slíkt gjald.
Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo