Nógv hevur verið tosað um at bløðini nú skulu gjalda meira til Posta fyri at bera bløðini út. Men hví kann tann eyka kostnaðurin ikki koyrast víðari til kundan?
Tað er frammi í tíðini, at tann sum brúkar eina tænastu eisini eigur at gjalda fyri hana. Tann tíðin er farin, at prísirnir á ymsum tænastum, sum brúkarin annars hevur frælsi til at velja til ella frá, skal vera eitt slag av studningsventili.
Posta hevur sagt, at tey leingi hava veitt bløðunum ein óbeinleiðs stuðul, tí tað í veruleikanum kostar meira at bera bløðini út, enn rokningin til blaðhúsini ljóðar uppá.
Hetta er ikki ein roynd at bera í bøtuflaka fyri trongdina hjá politikarunum at sleppa sær undan ábyrgd við at leggja ymiskt alment virksemi í almenn partafeløg.
Men tá tað er sagt er eisini neyðugt at stinga fingurin í jørðina og læra at tað nyttara onki at berjast ímóti vindmyllum.
Kostar tað eina krónu meira at bera bløðini út, harragud hækka so prísin á blaðnum við hesi krónuni. So velja fólk sjálvi.
Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo