Reiðarin og umboðið fyri partrolarar, Dánjal í Skálum, samanbar búskaparfrøðingar við køstaflugu á pallborðsfundinum í Klaksvík í gjárkvøldið.
- Tá ið nógv er í køstinum, er nógv køstafluga, men tá ið køsturin er tómur, er eingin køstafluga at síggja. Tað sama er við búskaparfrøðingum, tá ið nógvur fiskur er, eru teir allastaðni at hoyra, men tá ið eingin fiskur er, hoyrist einki til teir, segði hann.
Tað var jú Búskaparráðið sum tíðliga í 2000 kom við hugskotinum um at selja alt á uppboðssølu, og sum VP skilur var tað fyrrverandi Eik-bankastjórin, Marner Jacobsen, sum átti hugskotið. Hermann Oskarsson sat eisini í Búskaparáðnum, og Jóannes Jacobsen var skrivari.
Hugtakið "fólksins ogn", sum Nýskipanarnevndin mælir frá at brúka, var lanserað í lógini um vinnuligan fiskap frá 1994. Kjartan Hoydal, sáli, var fiskivinnustjóri tá.
Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo