Bergur D. Joensen, prestur, sendi eina grein út í gjárkvøldið, har hann lýsti eitt heldur sjáldsamt mál, sum honum hevði verið fyri av javnaðarmiðlinum IN.FO.
Javnaðarmiðilin tók so upprunaligu greinina av aftur, og prestur fekk eina treytaleysa umbering í nýggjari grein, har prestur eisini var so knúlvaður til í óhøviskum álopi í endanum á nýggju greinini, sum var løgd út á javnaðarmiðilin eftir at tann fyrra var strikað.
Les greinina hjá presti og blaðmanninum - trýst her
Og tað eru fleiri sum hava viðmerkt hetta á sosialu miðlunum.
Millum annað skrivar Johnny í Grótinum:
- "Treytaleysa umbering... men ósømiligt av presti ... ódámligt av presti..." Hetta man vera ein tann mest forkølaða umberingin fyri ein so klokkukláran feil av In.fo.
- Siðbundnu miðlarnir tykjast als ikki nóg tilvitaðir um tann skaða, ið skeivt journalistiskt handverk kann viðføra fyri borgarar og samfelag - serliga umvegis sosialu miðlarnar. Sjálvt kirkjumálaráðharrin Rigmor Dam náddi at finnast at sjónarmiðunum alment. Alt grundað á skeiva miðling, skrivar Johnny í Grótinum.
Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo