Tað hevði kanska verið ynskiligt at pallborðsfundurin í kvøld var sjónvarpaður heldur enn pallborðsfundurin við politikarum, tí vinnan er fleiri ferðir meiri áhugaverd at hoyra og síggja enn teir somu politikarnir, sum javnt og samt eru frammi.
So kanska Kringvarpið eina aðru ferð heldur brúkar tíð og orku at sjónvarpa vinnuna enn politikarar!
Vinnan er jú eisini tann parturin í samfelagnum sum verður meinast raktur, tá ið nýskipanir skulu fremjast.
Nógv fólk var møtt upp til pallborðsfundin í kvøld, sum eisini varð útvarpaður.
Tað kom sjónliga fram at langt er millum fatanina av fiskivinnuni hjá reiðarum og fiskimonnum øðrumegin og landsstýrismannin í fiskivinnumálum og nøkrum búskaparfrøðingum hinumegin.
Vinnan var rættiliga greið í spurninginum um uppboðssøluna, sum er tann stóri spurningurin í sambandi við eina fiskivinnunýskipan.
Øll tey níggju umboðini, reiðarar, fakfelagslimir og sjómenn annars vóru samd um, at ein uppboðssøla fer ikki at gagna føroysku fiskivinnuni, tvørturímóti verður hon ein skaði fyri allar tættir í henni.
Tá ið teir 9 í pallborðinum í Klaksvík í kvøld á Torradøgum fingu seinasta møguleikan at geva fiskiráðharranum eini ráð við aftur til Havnar, var boðskapurin greiður frá øllum, eisini Kristian Martin Rasmussen: Eingin uppboðssøla!
Onkur kanska stúrsaði eitt sindur við endaorðini hjá reiðaranum Kristian Martin Rasmussen, sum bað Høgna Hoydal endiliga fara í holtur við uppboðssøluna, men hetta segði Kristian Martin Rasmussen eftir at hann hevði sagt orðini, at Høgni Hoydal hevði vunnið valið uppá eina uppboðssølu, so far nú undir tað sum tú vanst valið uppá, ger so væl.
- Hvør skal siga, royn teg nú, men ein uppboðssøla er dømd at miseydnast!
Og Kristian Martin Rasmussen váttar eisini nú aftaná, tá ið VP spyr, at júst soleiðis skulu orð hansara skiljast.
Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo