Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Føroyar eru ein lítil tjóð, og tað eiga vit bara at viðurkenna.

At lata gávur á hvørjum ári til alt hetta ymiska sum rørist í samfelagnum, og nýggj fólk hvørja ferð, ber næstan ikki til.

Tí verða eisini teir somu persónarnir stillaðir inn til millum annað norðurlendskar virðislønir, skiftivís fjórða hvørt ár hvør.

Í kvøld verða heiðurslønir og- gávur latnar og ein teirra kallast Heiðursgáva Landsins. Sambært heimasíðuni hjá Mentamálaráðnum, so verður henda heiðursgáva latin "mentafólki, ið hevur virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv".

Men hetta er nú broytt, tí í kvøld fekk ein grafiskur verkstaður hesa gávu.

Verkstaðurin kallast Steinprent.

Longu nú er henda heiðursgáva skeiklað, tí nú er gjørligt at lata hana til alt millum himmal og jørð.

Skip, motorar, og ikki um at tala gravmaskinur sum grava mentanarliga snøggar sethúsagrundir, ella sum seta flott mynstur í vegin, tá ið tær grava kava.

Áður hava mentafólk, bert fyri at nevna nøkur, sum Axel Torgarð, Ólavur Hátún, Jonhard Mikkelsen, J.P. Gregoriussen og Árni Dahl, fingið heiðurgávuna, og tvey ár hevur eingin verið latin, so tað gjørdi einki, um hon ikki var latin á hvørjum ári.

Men vit eru ein lítil tjóð, og eisini ein serstøk tjóð, tað má sigast.

ólavur

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo