Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

”Útvarpið hevur fingið váttað frá embætisverkinum í Fiskimálaráðnum, at einki av stóru reiðaríunum noyðist at minka um virksemið tá, ella um lógin kemur í gildi næsta ár”, segði Kringvarpið 9. mars.

- Men nú sigur Felagið Nótaskip, at felagið hevur roknað út (í samskifti við Fiskimálaráðið), at nótaskipini fara at missa heili 48 prosent av svartkjafti, 56 prosent av norðhavssild og 33 prosent av makreli í 2018, um kvoturnar verða óbroyttar.

Norðlýsið spyr tí og av góðum grundum: hvør sigur ósatt?

- Sigast má, at stórur munur er á einki at missa og at missa millum 33 og 56 prosent. Báðir boðberarnir siga seg hava tøl, sum eru váttað av Fiskimálaráðnum, skrivar Norðlýsið.

Kringvarpið segði í eini tíðindasending, eftir at fimm fakfeløg í Norðoyggjum høvdu sent tíðindaskriv út, at "lokali miðilin í Norðoyggjum” bygdi manngarð um Hanus Hansen, reiðara.

Í innslagnum í Kringvarpinum varð sligið fast við 7 tumma seymi, at norðoyingar høvdu einki at óttast fyri, tí tað hevði Fiskimálaráðið váttað.

Í farnu viku svaraði Høgni Hoydal, landsstýrismaður einum fyrispurningin frá Óluvu Klettskarð, løgtingskvinnu. Tá segði hann soleiðis um antitrust-regluna:

”...men tað stendur greitt tilskilað, at tað er ikki aftureftir virkandi, tað vil siga, at tað er eingin, sum hevur sítt virksemi í dag, sum má skerja tað.”

Felagið Nótaskip skrivar á síni heimasíðu í morgun: - Um nýskipanaruppskotið hevði verið veruleiki, so høvdu kvoturnar hjá nótaskipum av svartkjafti minkað 48%, kvoturnar av norðhavssild 56% og kvoturnar av makreli høvdu minkað 33% sammett við gomlu skipanina.

Spurningurin er nú, tekur Kringvarpið hesi tíðindini upp og byggir manngarð um reiðararnar?

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo