Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Útvarpið hjá Kringvarpinum átti at skamma seg eftir at hava viðgjørt eitt skriv frá fakfeløgunum í Klaksvík í tíðindasending klokkan 18 hóskvøldið.

Men eg ivist í um nøkur skomm er í hesum stovni, sum er fólksins ogn!

At nevna hvør sent skrivið hevur og so at pensla tað út fleiri ferðir, er sera óvirðiligt og ljótt og hoyrur ongastaðni heima, og so als ikki í almenna public-service stovninum Kringvarp Føroya.

Fyri at minimera týdningin av skrivinum hjá fakfeløgunum, og fyri at flyta fokus frá tí sum málið veruliga snýr seg um, var fleiri ferðir nevnt í innslagnum í Útvarpinum hjá Kringvarpinum, at tað var Norðlýsið sum hevði sent skrivið út, og at skrivið hevði staðið í Norðlýsinum og øðrum miðlum, sum Norðlýsið hevði sent tað til.

Kringvarpið eigur ikki at verja samgonguna, tað skulu politikarnir sjálvir sleppa at gera.

Tað er ikki ein partur av public-service sáttmálanum hjá Kringvarpinum, at tað skal vísa atfinningum aftur hjá fleiri fakfeløgum í Norðoyggjum, og verja samgonguna á tann hátt fyri at vísa at fakfeløgini siga og skriva ósatt.

Skal nakað vísast aftur av atfinningunum og óttanum hjá fakfeløgunum í Norðoyggjum, so skula politikarnir sjálvir gera tað og ikki Útvarpið hjá Kringvarpinum sum almennur stovnur.

Er hetta tað sum kringvarpsfólk nú kalla konstruktivur journalistikkur?

So kunnu vit spyrja, konstruktivur fyri hvønn?

Tað plagdi at vera vanlig mannagongd í Kringvarpinum, áðrenn henda nýggja samgongan tók við, at plolitikarar vóru dragsaðir inn í studio at standa til svars fyri sínar illgrerðir og útsagnir, og var tað okkurt ímóti gomlu samgonguni, so møtti manssterkt lið upp av bæði vinstrapolitikarum og vinstraserfrøðingum at viðmerkja, og teir komu kropp á kropp í fleiri sendingum og í fleiri dagar í báðar stovurnar hjá Kringvarpinum.

Men eftir øllum at døma er vent í holuni nú síðan nýggja samgongan tók við, tí nú sleppa teir frá at møta - Kringvarpið hevur tikið henda leiklut á seg.

Var tað so at undanfarna samgonga hevði lagt eitt líknandi uppskot fram, sum fór at fáa eins kollveltandi avleiðingar á føroyskt vinnulív og fiskivinnu, so høvdu vit longu havt sæð og hoyrt fleiri sendingar júst úr Norðoyggjum, har fakfelagsfólk, arbeiðsfólk, vanligir klaksvíkingar, haraldsundsmenn, viðingar v.m. høvdu verið spurd um ræðuligu avleiðingarnar sum tað fór at fáa fyri Norðoyggjar í síni heild, og so sjálvandi og ikki minst fyri fiskivinnuhøvuðsstað Føroya, Klaksvíkina.

Vit høvdu sæð og hoyrt mammur og pápar kært sína neyð dag og dagliga í Kringvarpinum.

Analýsur høvdu verið gjørdar av øllum handa slagi.

Árinsútrokningar, stabbamyndir, krepputiltøk, eggjandi og øsandi innsløg til mótmæli, kravgongur vm.

Men ikki nú!

Hesi somu fólk í Norðoyggjum verða nú gjørd til lygnarar av almenna public-service stovninum, sum tey sjálv gjalda til, Kringvarpi Føroya.

At 150 fólk helst fara at missa arbeiði, sum fakfeløgini vísa á og óttast, er lygn sambært Útvarpinum hjá Kringvarpinum.

At 530 fólk, sum arbeiða hjá nevndum felag í skrivinum frá fakfeløgunum, tá bæði virki og manningar eru taldar við, og stúrt verður fyri at nýggja fiskivinnuuppskotið fer at minka hetta tal munandi, er eisini lygn sambært Útvarpinum hjá Kringvarpinum.

At ávíst felag í Klaksvík rindar um 300 milliónir krónur í lønum árliga, og hetta tal kanska verður 150 milliónir av nýggja uppskotinum um fiskivinnunýskipan, er ikki satt sambært Útvarpinum hjá Kringvarpinum.

Tað hevur Óluva Klettskarð eisini fingið váttað frá fiskiráðharranum, sambært Útvarpinum hjá Kringvarpinum.

At reiðarin, sum eisini var spældur av í Útvarpinum hjá Kringvarpinum, stúrur og er óttafullur fyri árininum nýggja uppskotið fær fyri sítt virki, er bara ræðumynd og reiðarin sigur ósatt sambært Útvarpinum hjá Kringvarpinum, sum hevur ringt til Fiskimálaráðið, aðalstjóran, og fingið tað váttað, og eisini váttað frá fiskiráðharranum í svari til Óluvu Klettskarð av tingsins røðarapalli.

Altso, er Kringvarps-manningin veruliga sokkin so djúpt, at sjálvt virðingin fyri sær sjálvum og fakinum er fokin?

Konstruktivur journalistikkur fyri hvønn, Dia Midjord?

ólavur

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo