Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Pætur, Ronja og foreldur teirra skulu í føðingardag hjá Fíu. Vit fylgja familjuni allan dagin og síggja allar tær kenslur, ið gera vart við seg, tá ið tey hitta onnur børn og vaksin. Tann lítla bókin um STÓRAR kenslur er skrivað við tí í hyggju at stimbra og stuðla tí einstaka barninum í kensluligu menningini. Kensluliga menningin hjá barninum skal stimbrast og stuðlast, júst sum málsliga og rørsluliga menningin verður, og tað er ábyrgdin hjá teimum vaksnu at hjálpa barninum.

Í bókini eru uppskot um samrøður og spøl í samband við ymsar kenslur og ósemjur, sum barnið upplivir í sínum lívi og gerandisdegi. Bókin ger tað lættari hjá tær at tosa um kenslur við barnið, sum tú lesur saman við, ikki bert tá ið tit lesa hesa bókina, men eisini, tá ið tit lesa aðrar bøkur.

Bókin er til børn, sum eru 1½-6 ára gomul. Tað er gott at fara at tosa um kenslur, tá ið barnið er 2-3 ára gamalt, tí tá eru børn so smátt farin at skilja meiri samansettar kenslur og eru før fyri at lýsa tað, tey uppliva, við orðum. Bókin kann brúkast við bæði smáum og eitt sindur eldri børnum, sum duga at hava meiri fjølbroyttar samrøður um kenslur.

Bókin verður givin út í samband við arbeiði hjá Barnabata ímóti happing. Børn hava tørv á góðum vinum fyri at trívast og mennast jaliga. Tí skulu vit hava sjóneykuna á relatiónum so skjótt barnið byrjar at fáa ein gerandisdag við javnaldraðum. Tá ið vit styðja børnunum at verða góðir vinir frá tí tey eru heilt smá, fyribyrgja vit samstundis happing.

Betri vinir - Fri for Mobberi byggir á 4 grundleggjandi virðir: Tolsemi, Virðing, Umsorgan og Dirvi og hevur tríggjar málbólkar. Børn, starvsfólk og foreldur. Vónin við hesari útgávu er, at børn og vaksin menna eitt samskifti við útgangsstøði í teirra upplivingum og kenslum. Hetta økir um teirra dirvi at siga frá, um teirra uppmerksemi, um trivnaðin hjá sær sjálvum og hinum børnunum í teirra gerandisdegi.

Barnabati, Mary Fonden og Red Barnet standa fyri Betri vinir - Fri for Mobberi.

Bókin er stuðlað av Mentamálaráðnum og Føroya Pedagogfelag og fæst í bókahandlum kring landið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo