Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Í samstarvi við Red Barnet í Danmark, ið hevur tikið stig til at geva út fýra heftir um kynsligan ágang móti børnum, hevur KRIS umsett til føroyskt.

Tvey tey fyrstu heftini komu út í fjør og nú koma tey bæði seinnu.

-----

Tá ið vaksin fremja ágang – er fyrsta heftið av fýra, ið eru ætlað vaksnum. Í hesum hefti fært tú breiða kunning um, hvat kynsligur ágangur ímóti børnum er.

Tá ið illgrunin kyknar – er næsta heftið. Her eru ráð um, hvussu tú kanst bera teg at, um tú sum foreldur, avvarðandi ella fakfólk fært illgruna um, at eitt barn er fyri kynsligum ágangi.

Tá ið illgrunin verður til mál – er triðja heftið. Her kanst tú lesa um, hvussu ítøkilig mál um kynsligan ágang verða handfarin, og hvussu tú sum vaksin – hvørt tú ert foreldur, avvarðandi ella fakfólk – eigur at bera teg at í sambandi við málsviðgerðina.

Tá ið ágangurin ferðast kring heimin – er fjórða heftið. Hetta heftið er ætlað foreldrum ella fakfólki, ið vilja vita meira um filmar og myndir av ágangi móti børnum, um hvussu alt verður framleitt og breitt út, um hvat verður gjørt, og um hvat kann gerast í stríðnum ímóti ólógligu myndunum.

Stríðið móti kynsligum ágangi
Eins og Red Barnet vil KRIS stríðast ímóti kynsligum ágangi ímóti børnum.

Børn hava rætt til at vera børn og eiga ongantíð at verða tvingað til kynsligt samband. Øll børn kunnu vera í vanda fyri kynsligum ágangi, men førleikaveik børn eru í størri vanda enn førleikasterk børn.
Børn, sum vaksa upp í ótryggum umhvørvi og eru nógv einsamøll, eru viðkvæmari, tá ið vaksin skemmari vísir teimum umsorgan og tann hátt roynir at fáa samband í lag við tey.

Eingir skemmarar eru líka
Hugmyndin um tann eyðkenda kynsliga skemmaran við feittutum hári og í knarvakoti samsvarar sjáldan við veruleikan.

Tað er ein sannroynd, at teir sleppa sjáldan  at vera saman við børnum, og tí – sjálvt um teir vildu – hava ikki nógvar møguleikar at fremja kynsligan ágang. Í staðin mugu vit staðfesta, at vaksin, sum finna røttu løtuna til at fremja kynsligan ágang ímóti børnum og ómyndigum, eru ógvuliga ymislig fólk. 

Vit vita, at ein stórur partur av ágangi hendir í húskinum ella í nærumhvørvinum. Ein minni partur hendir á dagstovnum, í skúlum og í sambandi við frítíðarvirksemi.

Frá vinalagi til kynsligan ágang
Hjá vaksnum kann vera trupult at taka støðu til ta sosialu tilveruna, ið børn og ung liva í á netinum. Men kynsligur ágangur kann eisini fara fram gjøgnum talgildar miðlar. Talan kann vera um børn og ung, ið gera seg  inn á hvørt annað, og um vaksin, ið gera seg inn á børn. Til dømis kann ágangurin koma fyri, eftir at skemmarin í langa tíð hevur bygt upp eitt vinalag og so lokkar ofrið at hava kynsligt samband t.d gjøgnum vevmyndatólið ella við at hittast.

Við vitan kann kynsligur ágangur fyribyrgjast 

Vitan er sterkasta vápnið, tá ið støða verður tikin til kynsligan ágang fakliga og persónliga bæði í samband við tað fyribyrgjandi arbeiðið, tá ið illgruni kyknar og í heilt ítøkiligum málum.

Bæði foreldur og fakfólk, sum dagliga eru um børn, hava tørv á vitan og amboðum, fyri at veita børnunum ta verju, tey hava rætt til.

Kynsligur ágangur er bert ein av fleiri orsøkum til, at børn og ung vísa tekin um vantrivnað ella frávíkjandi atburð. Samstundis vísa summi børn sera ógreið ella als eingin sjónlig tekin, hóast tey hava verið fyri ágangi. Í øllum førum eiga vit vaksnu at fara til verka, um eitt barn t.d. hevur angist, fer lætt at gráta, hevur ilt við at sova o.s.fr. 

Eingin endaligur svarlisti er at taka til fyri at varnast ella avdúka kynsligan ágang. Tí eiga vit at leita okkum vitan um, hvørjar sálarligar og sosialar avleiðingar, kynsligur ágangur hevur, og á tann hátt duga betur at meta um illgruna. 

KRIS vónar, at hesar útgávur kunnu vera við at stuðla foreldrum og fakfólki í stríðnum móti kynsligum ágangi á børn.

Heftini, sum eru uttan kostnað, kunnu fáast við at venda sær til: kris@kris.fo

Kris vil fegin takka Jólamerkjagrunninum fyri stuðul til hesar útgávurnar, Red Barnet fyri útlutan av tilfari og  Sprotanum fyri gott samstarv í sambandi við rættlesur og útgávu. Høvuðsstuðul hjá KRIS er BankNordik.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo